![]() |
|||||
Tú hevur brúk fyri at blíva frelstur!
- Hmm..frá hvørjum??
Synd! Hevur tú td nakrantíð loðið? Stjolið? Baktalað? Bannað? Misbrúkt Guds navn? Bíblian sigur at øll hava synda. Ein dag skalt tú standa til ansvar fyri alt sum tú hevur gjørt, sagt og hugsa!
Tað er menniskjunum lagað einaferð at doyggja, og eftir tað er dómur. Hebrearabrævið 9, 27
Um tú doyrt við tínum syndum, fert tú ævigt fortaptur í helviti, tí at Gud er rættvísur. Men Gud elskar teg so nógv og ynskir ikki at tú skalt fara fortaptur!
Men Gud vísir kærleika sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. Róm 5,8
So vend um frá allari synd Í DAG og byrja at liva eitt lív fyri Jesus. So fært tú fyrigeving fyri tínar syndir og frið við Gud. Liv eftir Bíbliuni og fá kontakt við nøkur brennandi trúgvandi. Men tú kanst sjálvandi eisini bara liva víðari í synd og enda har sum roykurin av pínu teirra stígur upp í aldur og allar ævir, og tey hava ikki hvíld – hvørki dag ella nátt. Opinberingin 14, 11
Um tú heldur tú ert frelstur, samstundis sum tú livir í synd ella onki gert fyri at onnur skulu blíva frelst, ert tú bedrigin! Tann trúgvin hjálpir tær onki á dómadegi! Trúgv uttan gerningar er deyð! Jákupsbrævið 2, 26
Hvar fert tú at eksistera í ævinleikanum?
| |||||
|
|||||