![]() |
|||||
Persónligur Vitnisburðir: Kári Brynjar
So langt eg kan minnast, so havi eg altíð trúð at GUD hevur skapt heimin, at Hann sendi okkum Jesus, og at vit skulu trúgva á Hann, soleiðis at vit, tá ið vit doyggja ein dag skulu koma heim í himmalin, har alt er fullkomið. Hetta var nakað sum eg visti og havi eg ongantíð veri í iva um hettar. Men eg veit við vissu, at eg ongantíð hevði nakran frið við GUÐ. Eg hvíldi ikki í hesum. Eg livdi sum flest onnur, hevði njótan í lívinum sum flest onnur og bað so gott sum altíð faðirvár áðrenn eg legði meg. Í mótgangi bæði rópti eg og bað Gud um hjálp, og eg havi eisini fingið bønarsvar. Men friðurin, hvar var hann? Innast inni visti eg gott, at ikki alt var sum tað átti at vera. Tað kundi henda, at eg fór í kirkju ella á eitt møti, men hetta var sera sjálvdan. Mær dámdi betri at síggja guðstænastu/møtini í sjónvarpinum, her føldi eg meg jú meiri heima. Men frið við GUD fekk eg ikki. Onnur livdu sum eg, og í mínum eygum livdu tey longri úti í heiminum enn eg, og søgdu seg vera frelst. Eg skilti ikki hettar, var tað nú so? Hví verða trúgvandi og liva úti í heiminum? Var hettar at vera trúgvndi? Ja alt bleiv brúkt til at kjúkla um mína sjálvverju. Men lítið hjálpti. Eingin friður. - Eg minnist meg verða kallaðan fyrstu ferð sum 14-15 ára gamlan. Eg kom í svára syndaneyð, ivaðist ikki í, at eg skuldi doyggja og at verðins endi var nær. Eg ræddist deyðan. Ongan kundi eg tosað við um hettar og eg gekk tí í ótta í langa tíð. Bað Gud um at verðin ikki skuldi ganga undir fyrr enn í ár 2000, tí so bleiv eg hóast alt 43 ár. Hettar var ein sera torfør tíð í minum unga lívið. Men so við og við kámaðist hettar burtur og lívið helt áfram. Eg kom til manns og búði í fleiri ár í Danmark og kom so aftur til Føroyar í 1988 avgjørdur í at eg vildi liva eitt kristi lív, hvat tað so innibar. Men so var ikki. Eg livdi sum eg plagdi. Passaði meg og míni. Livdi sum ein hampamaður, haldi eg. Í 1997 steðgaði alt upp, einki bleiv sum eg hevði ynskt og væntað. Bleiv skildur 1998 og misti hús og heim. Hettar var tann tungasta tíð í mínum lívið. 40 ár og alt í sorli. Mitt í øllum hesum byrjaði Gud at kallað meg aftur. Hevði eg tað ringt við meg sjálvan og støðuna eg var í tá, so bleiv alt enn verri. Men eg stóð ímóti, tó so tann sum ynskti at vitna fyri mær skuldi verða vælkomin til tað, men eingin kom. Sjálvur vildi eg ikki uppsøkja Guð við at fara á møti ella líknandi. Eg føldi ikki, at eg soleiðis uttan viðari kundi byrjað at ganga á møti, og hvar? KFUM, EMMAUS, SOLO DEO GLORIA ella fara í Christianskirkjuna og hvørjum skuldi eg fylgjast við? Eg skammaðist um støðu mína, so eg bleiv sitandi. - Sum tíðin leið ljósnaði fyri framman, ja onkur bleiv enntá góð við meg, spyr ikki meg hví. Eg blomstraði aftur men eg hevði ikki frið við Guð. Eg longdis at føla meg heilan. Tað manglaði nakað hjá mær. Hin innari friðurin manglaði, samfelagið við Guð manglaði. Vit tosaðu um hetta, eg og Annika, hon sum bleiv góð við meg, í dag kona mín. Hon longdist eisini eftir Guði. Tíðin gekk, vit fóru onkuntíð á møti, men eg føldi at eg bíðaði eftir at okkurt skuldi henda. Í hesi bíðitíð kallaði Guð meg sum ongantíð fyrr. Sat eg einsamallur heima føldi og hugsaði eg, at hurðin brádliga brast upp og sjálvur Jesus stóð í durinum og peikaði á meg meðan hann spurgdi, hvørjum bíðar tú eftir, kom nú, tak teg saman o.l. Tvær ferðir í dreymi minti Guð meg á, at eg ikki var til reiðar til Jesu afturkomu. Sera sera livandi dreymur, hvar eg báðu ferðir vaknaði og mintist alt. Dreymurin: Eg var í Klaksvík onkunstaðni har politistøðin stendur Við Sandin. Tað er um kvøldið, brádliga verður allur himmalin upplýstur og hyggjandi upp síggið eg JESUS koma niður av himli við útrættum armum og líkasum bjóðar fólkið til sín. Saman við mongum ørðum bleiv eg skriktur upp til JESUS og áðrenn og á veg upp móti Jesusi rópti gleddist eg um at Jesus nú kom og tók okkum øll heim. Samstundis visti eg innast inni, at eg ikki hevði alt rætt við Guð. Komin upp til Jesus fekk eg líkasum ikki fóta mær. Tað var sum um eg gleið niður av einum ósjónligum palli og spakuliga dalaði eg niður aftur. Eg steðgaði einar 5 metrar fra vegnum, og síðan vaknaði eg. UPS. Ja meiri enn tað. Sami dreymur endurtók seg nakrar vikur seinri. UPS, UPS. Ímynda tær, hvussu eg hevði tað. Eg rópti til GUD um at senda onkran gudsmann til mín og hjálpa mær. Og prísaður veri Harrin, sum hoyrir bønir, ið verða biðnar frá hjártans dýpi. Einaferð í august mánaða 2001 var eg á veg til Klaksvíkar. Eg snaraði inn á p-økið hjá statoilstøðini í Leirvík, tí Dúgvan var ikki komin til Leirvíkar. Bilradio var tendtrað og eg hoyrdi Lindina. Tosað var um fremmandar prædikumenn úr Danmark ið komu ná vitjan. Brádliga bleiv eg líkasum “innkappsalaður”. Tað føldist sum eg var undir vatni og føldi og visti í mínum innara, at “hettar er til tín, LURTA”. Boða var fra, at danskur prædikumaður Christian Hedegaard og onnur komu til Føroyar mánaðarskiftið november/december og m.a. komu teir til Klaksvíkar. Eg visti nú til fullnar, at hettar var síðsta úttkall til mín, og at nakað fór at henda mær. - Endiliga kom ferðalagið til Klaksvíkar. Fyrsta møti byrjaði eitt hóskvøld í KÍ-høllini. Eg segði við Anniku, at eg fór ein túr niðan í KÍ-høllina á møti fyri at hyggja hvat tað var fyri nakað? Komin setti eg meg út til síðuna. Ikki ov nær talarastólinum. Møti byrjaði. Balsam, balsam fyri sálina og oyruni. Upplyftur fór eg heim og greiddi frá og at vit skuldu fara á møti í annakvøld. Møtið byrjaði, og Gud kallaði harðari enn nakrantíð. Á tann kampur í míni sál, eg rystist og skálv innan í mær sjálvum, men prísaður veri Harrin, sum gav mær styrkið til at velja Hann hetta kvøldið. Eg gav mítt lív til Jesus hettar kvøldið og Annika kom aftur til Jesus sama kvøldið. Prísaður veri Harrin fyri langmóð sítt móti okkum øllum. Anna kvøldið eftir, sunnukvøldið, bleiv bjóðað fram til Andans dóp, og hetta var eisini tað et tráaði eftir. Vit blivu bæði doypt og fylt av Heilaga Andanum, fingu gávu Heilaga Andans og prísaðu Harranum við fremmandum tungumáli. Á tann náði og fullkomni kærleiki Guð hevur til okkum øll. Morgunin eftir vaknaði eg upp til eitt nýtt lív, Ein nýggjur skapningur í Jesusi Kristi. Eg slepti øllum tí gamla og hitt nýggja lívið byrjaði. Eg vitnaði oyruni full á fólki. Tey ófrelstu fingu propp av mær, men bæði sóu og hoyrdu tað stóru broytingina við mær. Sum tíðin leið søgdu/ynsktu eisini tey “religiøsu frelstu” : “at eg nok kom niður á jørðina aftur” Hann flýgur høgt osv. Men prísaður veri Harrin fyri at vit við honum kunnu flúgva høgt, ja høgt yvir allan ótta, høgt yvir allar freistingar, høgt yvir alt grenj og tvætl, høgt yvir øvund, høgt yvir girnd og høgt yvir alt tað ið heimurin ynskir at fanga og binda okkum í. Tú spyrt kanska, kann eg tað? Ja vinurin víst kannst tú tað. Vel Jesus sum Harra. Ikki sum eykatrygd. Nei sum HARRA og einastu trygd. Tann dagin eg segði ja til Jesus, segði eg tað í hjártanum, eg frásegði mær mít gamla lív og valdi/ynskti eitt nýtt lív saman við Jesusi. Eitt nýtt lív, har Jesus er Harri. Eg bleiv endurføddur, við trúgv føddur av nýggjum, føddur av Guði, føddur omanífrá, ja ein nýggjur skapningur í Jesusi Kristi. Guðs Andi tók búðstað hjá tær. Tá ið tú gert hettar blívur Jesus meiri og meira dýrabarur fyri teg. Hann fyllir meiri og meiri í tínum lívi. Frá morgni til kvøld eru tínir tankar fyltir av Jesusi. Tú tráar eftir Guði og fyllir teg við Guði gjøgnum bíbullesna, annan andaligan lesna, gleðist at fara á møti at tilbiðja Harran og inntakað Guds orð, tú elskar at tosað um Jesus og stórtrívist saman fyri øðrum kristnum, sum hava Jesus sum HARRA í lívinum. Í dag eru tað gott 4 ár síðan eg gav mít lív til JESUS. Og Jesus gerst alt meiri dýrabarður fyri meg. Eg elski at tilbiðja Jesus og har møti eg Honum, komi undir Hansara nærveru og bókstavuliga føli Hansara nærverandi kærleika og umsorgan. Tú hoyrdi rætt tú følir Guðs nærveru tá ið tú tráar eftir Guði. Og tað er mítt hægsta ynski, at øll menniskju í hesum býi og hesum landi veruliga umvenda seg og søkja Guð, lata seg endurføða og byrja eitt nýtt lív við Jesus sum HARRA. Jú meiri eg upplivið Guds nærveru jú meiri tráði eg eftir Guði. Mín tráan er at læra Guð meiri og meiri at kenna, at Guð í síni náði leggur meiri neyð í mítt hjárta fyri teimum ófrelstu og fráfalnu. At eg hvønn dag síggi heimin gjøgnum tað fullgjørda verki á Golgata og soleiðis blívi sterkari til bøn fyri teimum ófrelstu. At eg sum tíðin líðir gerst meira bundin og gagnligur í tænastu fyri at Guds ríki skal ganga fram her á jørðini. Tað er mín vón, at allir føroyingar verða klárir til Jesu afturkomu, tí eg eri fullvisur í at langt er á mál. Guð er hin sami í dag og í allar ævir, og Jesus er hin sami sum han var tá ið han gekk her á jørðini fyri umleið 2000 ár síðan. Faðir , Sonur og Heilagi Andin eru til allar tíðir óbroytiligir. Guðs kærleiki til okkum er ikki ávirkaður av tíðarandanum í hesum heimi. Guð er til allar tíðir Heilagur og rættvísur, og Hann hatar eina og hvørja synd. Guð góðtekur onga synd. - Tí sendi Hann okkum Jesus, fyri at ein og hvør sum trýr á Hann ikki skal fortapast, men hava ævigt lív. Jesus gav jú alt fyri at vit kunnu fáa alt. Jesus ynskir at frelsa teg, Jesus ynskir at grøða teg, Jesus ynskir at seta teg fríðan frá eini og hvørjari synd og einum og hvørjum sum bindur teg niður.
| |||||
|
|||||