![]() |
|||||
Um tú ynskir at fáa forbøn fyri eitthvørt sum er áfatt í tínum lívið ella hjá onkrun av tínum kæru o.s.v. ert tú vælkomin at senda títt bønarevni inn til okkum. Tær nýtist ikki at uppgeva navn, men bert fortelja okkum stutt hvat tað er sum skal biðjast fyri. Vit vilja fegin standa saman við tær at biðja fyri tínum tørvi.
Send títt bønarevni til gottnytt@gottnytt.org
Nøkur skriftstøð um bøn:
Matteus 7:7 Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!
Jóhannes 15:7 Verða tit í Mær, og verða orð Míni í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað!
Jóhannes 16:24 Higartil hava tit einki biðið um í navni Mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin!
1 Tessalonika 5:17 Biðið uttan íhald!
Jákupsbræv 5:16 Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft. 1 Tessalonika 5:25 Brøður, biðið fyri okkum!
1 Kong 8:28 Kortini skalt Tú venda Tær til bøn tænara Tíns og eyðmjúku ákallan hansara – HARRI Gud mín – og hoyra rópið og bønina, ið tænari Tín í dag ber fram fyri ásjón Tína,
Ápostlasøgan 4:31 Táið tey høvdu biðið, skalv staðið, har tey vóru savnað, og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum; og teir talaðu orð Guds við dirvi.
| |||||
|
|||||