Jesus kom fyri at frelsa teg!

  

Hví blíva frelstur ??

 

 

Synd skilir frá Gudi:

øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds  Rom 3:23
 

 Likamið forgongur men sálin livir víðari:

Hvat man menniskja kunna geva sum viðurlag fyri sál sína? Mark 8:37

 

Hvørt menniskja skal standa til svars fyri sínar gerningar:
Eins og menniskjanum er lagað at doyggja eina ferð, og hareftir er dómur
 

Hebr 9.27

 

Tann andaligi tostin kann bara sløkkjast í samfelagi við Gud:

 

Hvør tann, ið drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur.

Men tann, ið drekkur av vatninum, ið Eg gevi honum,skal ikki tysta í allar ævir; nei, vatnið, ið Eg gevi honum, skal verða í honum kelda av vatni, sum springur

upp til ævigt lív Jóhs 4:13-14

 


 

Hvussu blíva frelstur ?

 

Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum,at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu so skalt tú verða frelstur

 

Tí við hjartanum trýr ein – til rættvísi; og við munninum játtar ein – til frelsu

Róm:10.9-10

 

Gud hevur lagt straffina og dómin fyri okkar synd yvir á Jesus og hevur samt (gjørt seg sátt) við okkum

Jes 53:5-8 / 2 Kor 5:19

 

 

 

Men Hann, sum stutta tíð varð gjørdur lægri enn einglarnir – Jesus – Hann síggja vit, fyri tað at Hann leið deyðan, krýndan við dýrd og heiður, so Hann av náði Guds skal hava smakkað deyðan fyri øll.
Tí tað sømdi Honum, fyri hvørs skuld alt er til, og við hvørjum alt er til, táið Hann førdi mong børn til dýrd, at fullkoma upphavsmann frelsu teirra við líðingum.

Hebr 2:9-10

 

   

At blíva frelstur er einfalt at takað støðu til Jesus

Jesus hevur gjørt alt fyri at tínar syndir

kunnu verða strikaðar.

Við trúgv á Hann, verður tú rættvísgjørdur tú ert reinur og rættvísur inni fyri Guds ásjón, vegna Jesu deyða og uppreisn

 

 

Gud hevur gjørt alt tilreiðar fyri teg,

 

Spurningurin til tín er, at vilja trúgva og takað ímóti.

 

 


 

 

Hvør kann blíva frelstur?

 

Øll sum vilja koma

Tann, ið tystir, komi! Og tann, ið vil, taki vatn lívsins fyri einki!"

Andin og brúðurin siga: „Kom!" Tann, ið hoyrir, sigi: „Kom!"

Op 22.17

 

Øll sum vilja kalla á navn Harrans

 

Tí „hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur."

Rom 10:13

 


Nær blíva frelstur ?

 

Guds orð tosar nógv um at nýta tað lagaligu tíðina

tí tað er als ikki nakað sum peikar á at vit fáa so ofta møguleikan

 

– Sum Heilagi Andin tí sigur: „Í dag – um tit hoyra rødd Hansara –
herðið ikki hjørtu tykkara,

Hann sigur jú: „Á teirri tíð, sum Mær toknaðist, bønhoyrdi Eg teg, og frelsudagin kom Eg tær til hjálpar." – Ja, nú er lagalig tíð, nú er frelsudagurin!

Hebr 3:7-8a / 2 Kor 6:2

 


 

Hvussu skal eg klára at liva sum ein trúgvandi ??

   

Nógv aftra seg við at takað eina avgerð fyri Jesus, tí tey eru bangin fyri, at tey ikki klára at liva upp til at verða kalla ella kallaður ein trúgvandi.

... minst til, at tað er Jesus, sum ger allan munin - saman við Honum verður tú ein annar persónur enn tú ert í dag.

   

Men so mongum, sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara;

Jóh 1:12

 

Jesus livir sítt lív í tær

 

Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.

Gal 2:20

 


 

Eg vil gjarna blíva ein trúgvandi ella ein kristin, men hvussu skal eg vita, um eg havi tað frelsandi trúnna ??

   

Minst til at trúgvin er ein viljasak, tað, sum er týdningarmikið, er at tú tekur eina avgerð um at venda tær til Jesus

   

Jesus segði:

 „Tíðin er fullkomin, og ríki Guds er komið nær; umvendið tykkum og trúgvið á evangeliið!"

Markus 1:15

 

...tað talar til viljan

  

Pætur Apostul segði:

Fáið tí annað sinni og vendið við, so syndir tykkara kunnu verða útstrikaðar, og lívganartíðir kunnu koma frá ásjón Harrans

Ap. 3,19

  

...tað talar til viljan

 


 


Hvussu kann eg móttakað Jesus ??

  

Um tú ert tilreiðar at geva títt lív til Jesus kanst tú biðja t.d. soleiðis:

  

"Jesus eg komi til tín við mínum syndum og syndafulla lívið, Eg trúgvi at tú ert Sonur Guds og at tú ert deyður og upprisin fyri meg.Tak meg sum eg eri, eg gevi tær mítt lív frá hesi løtu. Takk fyri at tú bar mínar syndir uppá krossin. Takk at eg nú eri títt barn"

  

Um tú hevur biðið hesa bønina, og tú meinar tað út frá tínum hjarta, ert tú nú eitt barn Guds.



 

 

Hvat er týdningarmikið fyri meg eftir at eg havi avgjørt at trúgva á Jesus ??

  

Tey 4 B´ini !! Bíblian - Brøðraskapurin - Breyðbrótingin - Bønirnar

  

Ap 2:37-42

Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: „Tit menn, brøður! Hvat skulu vit gera?"
Pætur svaraði teimum: „Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.
Tí til tykkara er lyftið og til børn tykkara og til øll, sum langt burtur eru – so mong sum Harrin Gud okkara kallar."
Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann og áminti tey og segði: „Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu ætt!"
Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust aftrat okkurt um 3000 sálir
Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.

 

Tað sum vit kunna læra av hesum versum er, at tey fyrstu kristnu, sum komu til trúgv og tóku við orði Guds, vóru doypt og hildu fast við:

  

1. Læru apostlanna (bíblian ella Guds orð)

2. Samfelagið ella (brøðraskapin)(tað at koma saman við øðrum trúgvandi)

3. Breyðbrótingina (tað at minnast deyða Harrans)

4. Bønirnar

  

Tá vit gera tað dagliga, áhaldandi, vilja vit vaksa sum trúgvandi, gerast búgvin og sterk, so vit standa í royndum, sum mega koma.

 

 


 

Vit, sum hava hesa heimasíðuna, vilja eisini fegin verða tær til hjálpar. Tú kanst senda okkum ein teldupost til gottnytt@gottnytt.fo

og vit vilja senda tær bóklingin: "Tey fyrstu fetini" av R. Bonnke.

 

Vit vilja eisini biðja fyri tær.

  

Um tú hevur áhuga fyri meira kontakt við okkum, ert tú vælkomin at siga frá og vit vilja geva tær møguleika at lutakað í tiltøkum, í Getsemane t.d møtir, bíbilundirvísing, ungdómsmøtir, cellubólkar o.l.

  

Í heila tikið er tað av stórum týðningi, at tú gevur tí kristna lívinum góð gróðrarlíkindi:

 

Les hvønn dag í bíbliuni 
Í gjøgnum orð Guds fært tú vegleiðing og styrki

 

Tosa við Gud í bøn

Bønin er "andadráttur" teirra trúgvandi

  

Far til breyðbróting fyri at minnast deyða Harrans

 Harrin er sjálvur til staðar við anda sínum

Kom saman við ørðum trúgvandi

Finn eina samkomu, sum tú kanst verða ein partur av og har tú kanst fáa

andaliga føði, legg dent á at koma saman við búnum trúgvandi, sum

kunna tosa inn í títt lív og biðja saman við tær, trúgvandi, sum lesa Guds orð og trúgva tí sum tað stendur.

 

 

 

 

 

 


 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
Gottnytt.org  -  Teldupost: gottnytt@gottnytt.org    Stjórna
knassar heimasíðuloysn