Kong alkahol

 

....eg eri ein av tínum tilbiðjarum

 

...hvørt kvøld siti eg og gevi tær alla mína tíð og meginpartin av mínum pengum

 

....tú fært meg at forsøma mína familju – tí tær gevi eg allan mín ans

 

....tú fór av stað við øllum mínum dreymum um at verða nakað í lívinum tí eg tveitti alla tað tí, eg skuldi brúka til at lesa, og læra, fyri tínar føtur

 

...í endanum á hvørji viku fari eg aftur í tíni goymsluhús at fáa mær meir, sjávlt um eg skal brúka mítt seinasta oyra til tað

 

Kong alkahol eg havi trúfast tænt tær í nógv ár,

men hvat hevur tú givið mær.

 

....Eina slímita tilveru hvar alt glíðir mær úr hondum

 

....øll tey menniskju sum elska meg havi eg sjúgva burtur

 

...hvørja fer eg var í fer við at takað meg saman at fáa skil uppá mína tilveru, mátti eg fara í loyndum og tilbiðja teg ...bert eitt glas afturat bert ein øl afturat......

 

....ongantíð fái eg nokk av tær ongantíð sløkkist mín tosti av at tilbiðja teg.

 

....eg eri sum hann í bókini.........

„Kom, eg skal fara eftir víni, latið okkum drekka sterkan drykk, og sum dagurin í dag skal dagurin í morgin vera, stuttligur, heilt óførur!"

 

....men var hann stuttligur og óførur, alt tað dýrabara, sum eg hevði, havi egmist,- í byrjanni tá eg hevði kontrol yvir mær sjálvum, helt eg tað verða stuttligt, men nú er tað tú kong alkahol sum stýrir tilveru míni...

 

...er ongin hjálp at fáa er ongin sum kann slíta leinkir mína....

 

alkaholikarin

 

Vei teimum, ið fara tíðliga upp – at leita eftir sterkum drykki – og sum sita út á náttina – eldreyðir av víni!

Við sitarum og hørpum halda teir gildi, við trummum og floytum og víni – men verki HARRANS geva teir ikki gætur, og tað, ið hendur Hansara gera, síggja teir ikki! ( Es 5:11-12)

 

....ein er sum kann og vil slíta leinkjur tínar

Tað er Jesus Kristus frá Nazaret Guds Sonur,

Kongur konganna og Harri harranna.

Hann hevur longu gjørt alt til reiðar fyri at tú kanst gerast fríður- frí.

Hann tók tínar syndir á seg Hann tók tína straff eisini, - Hann sigur:

Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu! (Matt 11:28)

 

Hann sigur eisini: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvør tann, ið ger synd, er trælur syndarinnar.

Og trælurin verður ikki verandi í húsinum allar ævir, men Sonurin verður verandi har allar ævir.

Fær tí Sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir. (Jóhs 8:34-36)

 

Tú sum lesur hesar linjur og kennir títt lív aftur í hesum minst til at Jesus elskar teg og bæði vil og kann hjálpa tær Hann vil at tú skalt verða fríður

Hann vil eisini lekja tíni synda sár Hann er ikki ímóti tær men fyri tær.

Hann hevur sett mangan ein sum er vorðin bundin av stoffum og alkahol í frælsi.

 

Tjóvurin kemur bert at stjala og drepa og forkoma; Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð. (Jóhs 10:10)

 

 

 

 

 

 

 

 
Gottnytt.org  -  Teldupost: gottnytt@gottnytt.org    Stjórna
knassar heimasíðuloysn