Matt 28.16-20

Men hinir ellivu lærisveinarnir fóru til Galilea, til fjallið, har Jesus hevði sett teimum stevnu. Táið teir sóu Hann, tilbóðu teir Hann; men summir ivaðust. Tá steig Jesus fram, talaði til teirra og segði: „Mær er givið alt vald í Himli og á jørð. Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar."

 

Ein forteljing er um eina samtala sum var millum Gabriel og Jesus eftir at Jesus var komin Heim

Hetta er bert ein forteljing, sum ein helst bara kann fyristilla sær at kunna hava veri so, men hon er ógvuliga sigandi kortini.

 

Gabriel: Tú hevur liði nógv fyri menniskjuni

Jesus: Ja

Gabriel: Og vita menniskjuni at tú hevur gjørt alt hetta fyri tey

Jesus: Oh nei - bert nakrir fáðir menn í Palæstina vita tað enn

Gabriel: Hvat hevur tú gjørt fyri at fólk skulu fáa at vita um tín kærleika og hvat tú

hevur gjørt fyri tey

Jesus: Eg bað Pætur og Jóhannis of nakrar vinir hjá mær um at fortelja ørðum tað

Tá teir hava fortalt tað til tey, sum teir kundu, fara tey sum hoyrt hava

at fortelja tað víðari til onnur...inntil tey góðu tíðindini um meg eru komin

út allastaðni

 

Gabriel sum veit hvat menniskja er gjørt av var heldur skeptiskur og spurdi:

Gabriel: Hvat um Pætur Jóhannis og hinir blíva móðir og gevast og hvat um hini

sum hoyrt hava gloyma at fara út við tíð Hvat hevur tú gjørt fyri at

sikra tær at boðini koma út??

 

Jesus: Eg havi onki anna gjørt Eg eri treytaður at líta á teir

 

20 øldir aftaná er tað sama støða. Jesus hevur bert okkum at líta á.

Akkurat nú eru ca 250,000 býir og bygdir í Europa sum ONGA kristna samkomu hava

Men Hann hevur lova at verða við okkum og at Heilagi Andin skal verða tann sum stýrir og leiðir og gevur megi.

Skalt tú gera ein mun.

 

Mark 16.15-20:

Og Hann segði við teir: „Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum! Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða fordømdur. Og hesi tekin skulu fylgja teimum, ið trúgva: Í navni Mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum; tey skulu taka ormar upp í hendurnar; drekka tey eitur, skal tað ikki saka tey; á sjúk skulu tey leggja hendurnar, og tey skulu verða grødd."

So varð Harrin, eftir at Hann hevði talað við teir, tikin upp til Himmals, og Hann settist við høgru hond Guds. Men teir fóru út og prædikaðu allastaðni, og Harrin var við í verkinum og staðfesti orðið við tekinunum, ið við fylgdu.

 

Ap 2:38-47

Pætur svaraði teimum: „Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.

Tí til tykkara er lyftið og til børn tykkara og til øll, sum langt burtur eru – so mong sum Harrin Gud okkara kallar." Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann og áminti tey og segði: „Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu ætt!" Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust aftrat okkurt um 3000 sálir.

Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar. Ótti kom nú á hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd við ápostlunum. Øll hini trúgvandi hildu seg saman og høvdu alt í felagi; ognir sínar og góðs sítt seldu tey og býttu tað millum øll, eftir sum hvør trongdi. Tey komu hvønn dag áhaldandi í templið av einum hjarta og brutu breyðið heima við hús og fingu soleiðis føði sína við gleði og í einfaldi hjartans; tey lovaðu Gudi og vóru nógv umhildin av øllum fólkinum. Og Harrin legði dagliga aftrat teimum nøkur, sum lótu seg frelsa.

 
Gottnytt.org  -  Teldupost: gottnytt@gottnytt.org    Stjórna
knassar heimasíðuloysn