Jesus svaraði honum: Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av nýggjum, kann hann ikki síggja ríki Guds.

Jóhs3:3 

 

 

Hvat er endurføðing? Hvussu blívur ein endurføddur? 

 

 

Fyrst – Hvat er at verða endurføddur?

 

Endurføðing er ein onnur føðing enn tann natúrliga føðingin, hana sum øll menniskju mega ígjøgnum fyri at koma inn í henda núverandi heim.

 

Øll sum føðast tann nátúrliga vegin eru begrensaði til at liva eitt relativt stutt lív

her á fold – í forhold til ævinleikan

Holdið sum verður føtt inn í henda núverandi heim og hesin núverandi heimur

hava eitt til felags - tey skulu forganga

Tann sum verður endurføddur verður føddur inn í ríkið Guds

Hann verður føddur til eitt ævigt lív í einum ævigum ríkið

Jóhs 3:16 - 2 Pæt 1:11

 

Henda føðing hevur heilt aðrar eginleikar enn tann nátúrliga

Tað í føtt er av holdinum er hold og tað íð føtt er av Andanum er andi

Jóhs 3:6

Tá syndin kom inn í Heimin og menniskja syndaði kom eisini andaligur deyði inn.

Gud segði við Adam - tað fyrsta menniskja: Tú hevur loyvið at eta av øllum trøum í urtagarðinum uttan av trænum til kunnskap um gott og ilt, av tí mást tú ikki eta,tann dag íð tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja.

1 Mós 2:16-17

 Hold Adams livdi mong mong ár eftir at hann var ólýðin men í somu stund sum syndin kom inn doyði hann andaliga.

Hvat er andaligur deyði ?

Andaligur deyði kann best skiljast við ....at verða skildur frá samfelagnum við Gud

Avleiðingin av syndafallinum var m.a. at menniskja var koyrd burtur frá nærveru Guds og rikin út úr Edens Hava og vegurin til lívsins træ var avstongdur av Kerubum við logandi svørði

...hetta gjørdi Gud fyri at menniskja ikki skuldi eta av lívsins træ og blíva ein æviga andaliga deyður skapningur.

1 Mós 3:22-24

Av hesum kunna vit síggja at menniskja kann verða andaliga deytt men fysiskt livandi.

Tað er her at gleðiboðskapurin um endurføðing við trúgv á Jesus kemur inn.

Hvussu verður ein endurføddur ?

Gud byrjaði beinanvegin aftan á at syndin kom inn at tosa um frelsuætlan sína fyri mannaættina.

Hetta gjørdi Hann við at geva lyftið um at frelsarin skuldi koma í heimin:

...Eg seti fíggjindskap millum teg og kvinnuna, millum títt avkom og hennara avkom, Hann skal sora HØVDI Á TÆR, men tu skalt bíta Hann í hælin.

1Mós 3:15

Hesin Hann er ongin annar enn Jesus Kristus Guds Sonur sum var føddur av kvinnu tá fylling tíðarinnar kom. (Gal 4:4)

Tá Jesus tosar við Nicodemis um endurføðingina sigur Hann í Jóhs.3:14-15:

Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp,
fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.

Tað sum hendi í oyðimørkini var at fólki syndaði móti Gudi og Gud straffaði syndina við at senda ormar ímillum tey sum bitið tey og tey fingu gift í kroppin í 4 Mós 21:7-9 stendur hvat síðan hendi:

Fólkið kom nú til Móses og segði: „Vit hava syndað, tí vit hava talað móti HARRANUM og móti tær; bið til HARRAN, at Hann tekur ormarnar frá okkum!" – Og Móses bað fyri fólkinum.
Tá segði HARRIN við Móses: „Ger tær orm og set hann á stong – so skal ein og hvør, ið bitin er og hyggur á hann, liva!"
Móses gjørdi tá koparorm og setti hann á stong; táið nú ormur hevði bitið onkun, og hann hugdi á koparormin, so doyði hann ikki.

Tað sum hendir her er at fólki var dómt til at doyggja vegna sína synd.

Tey rópti til Gud í síni syndaney um bjarging

Tey sum hugdi uppá koparormin fingið lívið aftur.

Hvussu blíva vit endurfødd jú,

- við at festa álit á Mannin Jesus Kristus sum hekk á krossinum fyri tínar syndir.

At trúgva merkir á grundtekstini: ...at yvirgeva seg til ...at festa álit á

í somu stund tú gert tað út av tínum hjarta ert tú endurføddur tú fært lív frá Jesus...

Samfelagið við Gud verður upprætta.

Tí við hjartanum trýr ein – til rættvísi; og við munninum játtar ein – til frelsu (Róm 10:10)

Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara; tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi.

Jóhs 1:12-13

Nøkur heilt ávís ting vit fáa tá vit eru endurfødd:

  1. Vit fáa lut í frelsu Guds (1 Pæt 1:3-5 Jóhs 3: 14-18 )
  2. Vit fáa dirvi og atgongd at koma inn í nærveru Guds (Hebr 10: 19-25 )
  3. Vit fáa sonarrættin aftur og kunna kalla Gud okkara faðir (Gal 4: 4-7)
  4. Vit verða ein nýggjur skapningur í Kristi (2 Kor 5:17)
  5.  Vit fáa samfelag við Faðirin Soni og Heilaga Andan (1 Jóhs 1:3 1 Kor 1:9 2 Kor 13:13 )

Nakrir bíbilskir sannleikar sum tey sum eru endurfødd liva í:

  1. Tey liva í ljósinum (Jóhs 3:21 / 1 Jóhs 1:5-7)
  2. Tey elska brøðrirnar (1 Jóhs 2:9-11 / 1 Jóhs 3:14) 
  3. Tey verða ikki longur stýrd av synd (1 Jóhs 3:9)

Ein sum er endurføddur og gevur eftir fyri holdsins veikleika fellur ikki út av síni endurføðing men hann hevur brúk fyri at koma inn í ljósið við síni synd og játta hana.  (1 Jóhs 1:7 - 2:1-2) 

Tann sum er endurføddur og livir sítt lív í ljósinum og av fullum hjarta heldur seg nær til Gud í orðinum, og bønini, breyðbrótingini og samfelagnum við onnur trúgvandi, kemur at uppliva at hansara lív verður meir og meir umbroytt so hvørt, sum hann tekur tey røtti valgini fyri sítt lív.

Ap 2:41-47 / Rom 12:1-2

 

Bíblian raðfestir lívi hjá einum trúgvand soleiðis:

Frelsa og endurføðing av náði fyri onki við Jesu kross

Jóhs 3:14-18 / Titus 3: 4-7

Heilaggerðing – náðin venur okkum upp at avnokta Gudloysi og hinar veraldarligu girndirnar í heiminum sum nú er

Titus 2: 11-14

Dýrdargerðing tá vit skulu síggja Jesus sum Hann er og verða saman við honum í allar ævir í tí Himmalska ríkinum

Róm 8:29-30

 

Um tú sum lesur hetta ikki eigur Jesus so kanst tú verða frelstur við

At kalla á Harran nú.

Tak eina dygdaravgerð at fylgjast við Jesus og geva títt liv til Hann

Bara við at trúgva og takað ímóti Jesus kunna vit blíva frelst.

 

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum við at skriva til

Teldupost adressuna á Heimasíðu okkara : gottnytt@gottnytt.org

 

 

  

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 
Gottnytt.org  -  Teldupost: gottnytt@gottnytt.org    Stjórna
knassar heimasíðuloysn