Evangeliskur boðskaður

eftir Dávid Mørkøre

 

Undrist ikki á hetta! Tí tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara. Og tey skulu koma fram; tey, sum hava gjørt gott, skulu rísa upp til lív, og tey, sum hava gjørt ónt, skulu rísa upp til dóm. (Jóh 5, 28-29)

 

 

Deyðin er ikki endin á tí heila. Øll menniskju skulu rísa upp frá teimum deyðu. Tey sum hava gjørt gott skulu rísa upp til ævigt lív í Himmalinum. Og tey sum hava gjørt ónt verða dømd til helvitis. Men hvussu fer at gangast hjá tær?

 

Hevur tú nakrantíð logi?

Um tú bara hevur logi einaferð ert tú ein lygnari. Og Gud sigur í Opb 21, 8 “allir lygnarar - lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli - tað er hin annar deyðin."

 

 

Hevur tú nakrantíð stolið? (Td. piratkopiera sangir ella spøl. Ella arbeitt svart.)

Hevur tú bara stjolið einaferð, so ert tú ein tjóður. Tað stendur í 1 Kor 6, 10 hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds!

 

 

Hevur tú nakrantíð hugt at onkrum við girndarhugi?

Um tú hevur hugt at onkrum við girndarhugi ert tú ein ektaskapsbrótari. Jesus sigur í Matt 5, 28 “hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.” og í 1 Kor 6, 9-10 stendur at “Hvørki ... horkallar ... skulu arva Guds ríki.”

 

Hetta vóru bara 3 av teimum 10 boðunum. Fert tú at vera skyldigur ella rættvísur á dómadegi? Bíblian sigur at eingin er rættvísur. Vit hava øll synda og eru eru sek til helvitis eld.

Kanska tú hugsar at av tí at Gud er góður, man hann fara at gloyma tínar syndir. Tað er netup tað øvugta sum er tilfeldi. Av tí at Gud er góður letur hann ongan mordara, tjóð, lygnara, spottara osv sleppa órevsaðan.

 

Men Gud ynskir ikki at nakað menniskja skal enda í helviti. Tí sendi hann Jesus niður á jørðina at doyggja á krossinum. Hann tók revsingina sum lá á okkum. Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.Um tú vil venda um frá tínum syndum og geva títt lív til Jesus, so vil hann fyrigeva tær tínar syndir og geva tær ævigt lív. Tú vilt tá ikki rísa upp frá deyðum og verða dømdur til helvitis tí at Jesus tók revsingina fyri tínar syndir á krossinum.

 
Gottnytt.org  -  Teldupost: gottnytt@gottnytt.org    Stjórna
knassar heimasíðuloysn