| Vís pr. Síðu: [ 10 ] - [ 15 ] - [ 20 ] |
| Spyr ein spurning. Einans seriøsir spurningar verða svaraðir!: |
| 09.06.2006 | |
| Spurningur : | Andliga kølnar! |
| Hvat skal man gera vis ta andliga lívi kølnar?`? heilsan! Ein trúgvandi persónur... |
|
| Svar : | Fyrst má ein sjálvandi spyrja seg sjálvan hví kølnar tað??? Síðan er at venda sær frá tí sum er komi inn ímillum teg og frelsarin. Eitt orð sum kemur mær til hugs er tað sum stendur fyrst í Hebr. Br. 12 k. 1 Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett, 2 havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna – og situr nú við høgru síðu hásætis Guds! 3 Ja, hugsið um Hann, sum tolin hevur borið, at syndarar hava sagt Honum so nógv ímóti – so tit verða ikki troytt og mótleys í sálum tykkara! . (Hebr 12:1-3) Heilt vist er tað at tyngjandi viðurskiftið koma altíð at møta einum trúgvandi av og á, tað sleppur nokk eingin av okkum undan, spurningurin er hvat gera vit við tað, hvussu reagera vit uppá trupuleikarnar. Fyri tað fyrsta hav altið eyguni vend á Jesus, - í bønini og orðinum. Hann er altíð hjá einum trúgvandi eisini í tungum løtum. Fyri tað næsta hugsa um at tú ert ikki einsamallur sum kemur inn í slíkt, - eitt “ stórt skýggj av vitnum “ hevur eisini gingið gjøgnum trupuleikar og – sigra. Fyri tað triðja minst til tey fýra B´ini í orðinum: Bíblian: (apostlanna læra)- Bønin – Breyðbrótingin – Brøðraskapurin (tað at koma saman við ørðum trúgvandi um Jesus) Ap 2:42 Onkur kallar tað fyri tær fýra B vitaminirnar sum ein má takað dagliga um ein skal hava eitt frískt og brennandi andaligt lív. Harrin sigur eisini í Jóhs 6:63: Tað er Andin, sum ger livandi, holdið er ikki til nakað gagn; orðini, ið Eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív. Alt tað besta Eivinn |
| 03.04.2006 | |
| Spurningur : | Hvør sleppur til himmals? |
| Hvør sleppur til himmals? Sleppur eingin inn, tí at Gud er rættvísur og má døma syndina? Ella slepp øll inn tí at Gud vísur náði og sær millum fingrarnar? Ingálvur |
|
| Svar : | Hey Ingolvur, orsakað at vit ikki svara fyrrenn nú. Fyrst vil eg vísa til teigin á hesi heimasíðu sum eitur frelsan. Har royna vit at geva ein kláran frelsuboðskap út frá orði Guds. Hvør sleppur til Himmals?? Gud vil hava øll at koma til sín. ….Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending. 2 Pætur 3:9 Jesus sigur í Markus 1:15 „Tíðin er fullkomin, og ríki Guds er komið nær; umvendið tykkum og trúgvið á evangeliið!" Heilt einkult svar uppá tín spurning er at umvending og trúgv á evangelie skal til fyri at koma til Himmals. Ikki øll sum hoyra evangelie vilja trúgva og umvenda seg. Eitt klassiskt dømi í skriftini um umvending er fylgjandi: Pætur svaraði teimum: „Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans. 39 Tí til tykkara er lyftið og til børn tykkara og til øll, sum langt burtur eru – so mong sum Harrin Gud okkara kallar." 40 Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann og áminti tey og segði: „Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu ætt!" 41 Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust aftrat okkurt um 3000 sálir. 42 Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar. Hesi tóku eina støðu til boðskapin sum Pætur talaði tey trúðu umvendu seg og lótu seg doypa. Sleppur ongin inn tí at Gud er rættvísur og má døma syndina? Ja Gud er rættvísur og dømir syndina… tað gjørdi Hann tá Hann lat sín egna son, sum var uttan synd, koma her niður og doyggja á krossinum fyri okkum, og av tí, Hann hevur borið straffina kann Hann rættvísgera tann sum trýr, so at Hann kann koma inn í Guds Himmal har ongin synd er. Jes 53:5-6 5 Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd. 6 Vit viltust øll av leið sum seyður, vit vendu okkum hvør sín veg; men HARRIN læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum. ….Paulus um rættvísgerðing av trúgv: Róm 4:21-5:2 Hann ivaðist ikki í vantrúgv um lyfti Guds, men styrknaði í trúnni, tí hann gav Gudi dýrdina 21 og var fullvísur í, at tað, sum Hann hevði lovað, var Hann eisini mentur at gera. 22 Tí varð tað eisini roknað honum til rættvísi. 23 Men ikki bert fyri hansara skuld er skrivað, at tað varð honum tilroknað, 24 men eisini fyri okkara skuld; eisini okkum verður tað tilroknað, okkum, sum trúgva á Hann, ið uppreisti Jesus, Harra okkara, frá hinum deyðu, 25 Hann, sum givin varð fyri misbrot okkara og reistur upp, okkum til rættvísgering. 1 Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi. 2 Við Honum hava vit eisini fingið atgongd í trúnni til hesa náði, sum vit standa í, og vit rósa okkum av vón um dýrd Guds. … Ella sleppa øll inn tí at Gud vísur náði og sær millum fingrarnar? Náði Guds er als ikki grunda á at Gud sær millum fingranar við synd, men bert á, at Jesus hevur tikið allar misgerðir okkara á seg. Fyri at fáa lut í náðini má ein takað móti Jesusi, sum sínum persónliga frelsara. Jóhs 1:12 Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara; Takk fyri tín spurning Ingálvur, og Gud vælsigni teg til at taka ímótið Jesusi í tínum hjarta. Vh. Eivinn |
| 11.03.2006 | |
| Spurningur : | Passar tað |
| Passar tað at tit heilavaska ungfólk? Havi hoyrt at tey ikki sleppa at íðka ítrótt fyri tykkum? |
|
| Svar : | Nei, tað passar ikki v.h. Eivinn |
| 19.01.2006 | |
| Spurningur : | Tungutala |
| tit fáa nokk ofta hendan spurningin, men hvat er við Getsemane og tungutalu? hví er tað viktugt at hava tungutalu? hví praktisera tit tær andaligu gávirnar so nógv? Vinarliga, Torleif |
|
| Svar : | Hey Torleif Takk fyri tín spurning. Spurningarnir: “hvat er við Getsemane og tungutalu og hví praktisera tit so nógv náðigávurnar“ vilja vit gjarna at tú sendir til Pastor André Matras andre@post.olivant.fo Hetta vegna tað at Henda heimasíða er ikki heimasíðan hjá samkomuni Getsemane, men ein evangelisk heimasíða, sum er ein partur av tí evangeliska virkseminum hjá Samkomuni. Hví er tað so umráðandi at hava tungutalu? Henda spurning vilja vit gjarna svara tí at vit sum standa fyri hesi heimasíðu hava allir mótikið andans fylling, við tungutalu sum eftirfylgjandi tekin. Fyrst vilja vit vísa á lyftið sum stendur í Matt 3:11 Eg doypi tykkum í vatni til umvending; men Hann, ið kemur eftir meg, er sterkari enn eg, Hann, sum eg eri ikki verdur at bera skógvarnar hjá; Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi. Tann sum kom eftir Jóhannis doyparan var Jesus og Hann er tann sum doypir við Heilaga Andanum og eldi. Hetta lyfti er til øll sum takað við trúgv á Jesus. Jesus staðfestir eisini í Mark 16, 17-18 Og hesi tekin skulu fylgja teimum, ið trúgva: ”Í navni Mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum; tey skulu taka ormar upp í hendurnar; drekka tey eitur, skal tað ikki saka tey; á sjúk skulu tey leggja hendurnar, og tey skulu verða grødd.” Tá ið tú lesur í Ápostlasøguni sært tú sera greitt at tá Heilagi Andin kom yvir tey trúgvandi var tungutala og at profetera eitt viðfylgjandi tekin. Ap 2:2-4 Tá kom knappliga ljóð av himli, sum tá ið óførur stormur brestur á; tað fylti alt húsið, sum tey sótu í.Tungur, eins og av eldi, vístu seg fyri teimum, og tær skiltu seg sundur og settust á hvørt eitt teirra. Og tey vórðu øll fylt av Heilaga Andanum og fóru at tala onnur tungumál, alt eftir sum Andin gav teimum at siga. Ap 10:44 Meðan Pætur enn talaði hesi orð, fall Heilagi Andin á øll, ið orðið hoyrdu. Allir hinir umskornu trúgvandi, sum við Pæturi vóru komnir, vórðu ógvuliga bilsnir, at gáva Heilaga Andans var úthelt yvir heidningarnar við; tí teir hoyrdu tey tala í tungum og stórliga prísa Gudi. Tá tók Pætur til orða og segði: „Kann nakar sýta hesum vatnið, at tey skulu ikki verða doypt – tey, sum tó hava fingið Heilaga Andan líka væl sum vit!" Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists. Tey bóðu hann tá steðga har nakrar dagar. Ap 19:5-6 Táið teir hoyrdu hetta, lótu teir seg doypa til navn Harrans Jesusar. Og táið Paulus legði hendurnar á teir, kom Heilagi Andin yvir teir, og teir talaðu við tungum og profeteraðu. Tungutala er eitt bønarmál givið okkum av Gudi til at tosa loyndarmál í Andanum við Gud og at uppbyggja seg sjálvan. 1 Kor 14:2 Tí tann, sum talar í tungum, talar ikki fyri menniskjum, men fyri Gudi; eingin skilir hann jú; hann talar í Andanum loyndarmál. 1 Kor 14:4 Tann, sum talar í tungum, uppbyggir seg sjálvan; men tann, ið profeterar, uppbyggir samkomuna. Tungutalan er tí ein týðandi partur av okkara bønarlívið. Heilagi Andands úthelling og tað sum fylgir við er til at uppbyggja Kristi likam - sum er øll trúgvandi, - til at liva fyri Jesus og verða eitt ljós og vitni í tí dagliga lívinum. Tað er tí ein týðandi partur av tí kristna lívinum men er sjálvandi ikki alt. Tað er eisini týðandi at tú dagliga lesur bíbliuna, kemur saman við ørðum trúgvandi hevur eitt gott bønarlív og kemur til breyðbróting, og sjálvandi, at tú vitnar um Jesus. Gud vælsigni teg:) vh. Andreas |
| 18.01.2006 | |
| Spurningur : | Getz |
| Hvat er tad getsemane..? |
|
| Svar : | Hvat er Getz???? Um tað er spurningurin man svari nokk verða at tað er ein stytting av navninum Getsemane Hvat er Getsemane?? Getsemane er ein samkoma sum hevur eitt kall at boða gleðiboðskapin um Jesus til Føroyingar og øll onnur. Samkoman er stovna í 1998 og telur uml 60-80 fólk sum koma fast til møtir o.a. Upplýsingar um møtitíðir o.a er at finna á heimasíðuni tá tú trýstir á linkin: Getsemane Tú ert hjartaliga vælkomin Eivinn |
| 18.12.2005 | |
| Spurningur : | hey |
| Halló eg eri ein Trúgvandi drongur sum gleðist í Harranum hvønn dag, fyri nøkrum árðum síðani upplivdi eg tað at ein rødd talaði til mín, eg forvitnaðist hvat tað var fyri eitt, røddin tagnaði ikki, eg veit ikki um tað mundi verði Harrin sum kallaði á meg, tí eg eri aldrin komin inn í mítt Kall, ella fingið veruligt gjógnumbrot. Vóni at fáa eitt svar tí hetta er seriøst. Takk fyri og Harrans signing |
|
| Svar : | Hey, og takk fyri ein áhugaverdan spurning. Tað er sera gott at hoyra at tú ert trúgvandi, og at tú gleðist í Harranum hvønn dag. Tað er eitt sindur torført at svara uppá spurningin viðvíkjandi røddini, tú hevur hoyrt, m.a. tí at tú ikki nevnir hvat, ið røddin segði, men eisini tí, at tað er eitt sera persónligt upplivilsi hjá tær. Guds vilji fyri øll trúgvandi, er at vit koma inn í tað kallið, ið Hann hevur fyri okkum. Tað stendur, at um vit gera kall og útveljing okkara føst, so skulu vit aldri snáva. Hetta er eitt lyfti til øll trúgvandi. 2 Pæt: 1, 5-12: Leggið tykkum tí júst eina við, í trúgv tykkara at vísa dygd, í dygdini kunnskap,í kunnskapinum fráhald, í fráhaldinum tol, í tolinum gudsótta,í gudsóttanum bróðurkærleika og í bróðurkærleikanum kærleika til øll! Táið hetta finst hjá tykkum og eykast, letur tað tykkum ikki standa yrkisleys ella ófruktbør í kunnskapinum um Harra okkara Jesus Kristus. Tann, ið ikki hevur hetta, er blindur, stuttskygdur; hann hevur gloymt reinsanina frá hinum gomlu syndum sínum. Leggið tykkum tí enn meiri eina við, brøður, at gera kall og útveljing tykkara føst! Táið tit gera hetta, skulu tit aldri snáva; tí á henda hátt skal tykkum ríkliga verða givin inngangur í æviga ríki Harra og Frelsara okkara Jesu Krists. Eg komi tí altíð at minna tykkum á hetta, tóat tit vita tað og eru grundfest í sannleikanum, sum hjá tykkum er. Um tú ikki ert komin inn í tað heilt ávísa kallið, ið Gud hevur givið tær, skal tú ikki missa móti. Tað besta vit kunnu gera fyri at koma inn í Guds kall, er at søkja Hann hvønn dag, í bøn og í orðinum. Byggja eitt samfelag við Jesus Kristus, og byggja samfelag við okkara brøður og systrar í Harranum. Jesus ynskir at vit skulu fylgja Honum eftir, og tað ið Hann gjørdi og ger enn í dag, er at tæna, tí skulu vit eisini tæna Gudi og hvørjum øðrum, í kærleika. Kol. 3,23: Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju! Eini góð ráð eru, at byrja at tæna í tí samkomuni tú gongur í, tað kann t.d. vera við onkrum praktiskum arbeiði, ella í bøn ella lovsangi osv. Eisini er altíð gott at hjálpa menniskjum, ið hava tørv fyri tí. Tað er einki mark fyri hvussu vit kunnu tæna Jesusi. Lukas 16:10 Tann, sum er trúgvur í hinum minsta, er eisini trúgvur í nógvum, og tann, sum er órættvísur í hinum minsta, er eisini órættvísur í nógvum. Um tú gert hetta, og lítur á Gud, so skalt tú síggja, at Hann er trúfastur, og fer at leiða teg inn í tað ávisa kallið Hann hevur fyri teg. Til síðst vil eg siga, at søkja Gud dagliga í bøn, og at taka virknan lut í eini livandi samkomu, er av stórum týdningi fyri ein trúgvandi, fyri at hann kann vaksa og bera ávøkst í Guds ríkið. Takk fyri spurningin, vónandi verður hetta svarið ein hjálp fyri teg. Vit ynskja Harrans ríku signing yvir títt lív, og at tú kemur inn í alt tað, ið Gud hevur fyri teg.- Debora |